Politikkur

Geva góðar karmar til nýggja sjósavnið/mentunarhúsið

...

2020-11-04 18:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv sjálvboðið virksemi er í kommununi, millum annað er eitt sjósavn í gerð, sum samtíðis er ætlað at gera til mentunarhús.

Sjósavnið/mentunarhúsið er ein spennandi verkætlan. Føroyningar liva og hava altíð livað av sjónum. Stórur partur av okkara lívsgrundarlagi og søgu hava við sjólívið at gera, og av teirri orsøk er verkætlanin sprottin.

??tlanin við sjósavninum er nýskapandi, sigsøgulig og áhugaverd, og kemur at lýsa broytingartíðirnar innan okkara fiskivinnu.

Bygningurin verður forvitnisigur. Ein 50-tonsari úr fiskiflotanum verður í løtuni tømdur, ruddaður og reinsaður, fyri síðani at verða hálvdur og brúktur um ???tak??? á sjósavninum/mentunarhúsinum, sum síðan verður umgirdur við glasi. Innan kemur gamla handverkið av bátasmíði at síggjast sum loft, tí gamli skrokkurin verður sjónskur, saman við nýmótans arkitekturi fyri restina av húsinum.

Innihaldið í savninum verður eitt søgusavn, har ætlanin er at ítøkiligera okkara sjóvinnusøgu í myndum og við modellum av ymsu skipasløgunum, sum samstundis vísir boytingarnar í flotanum og arbeiðnum á sjónum gjøgnum tíðirnar.

Hetta verður:
- við til at varveita søguna
- vert at visa
- partur av føroysku mentanarsøguni
- undirvísingarmøguleikar til okkara skúlaskipanir
- framsýning
- ferðamál fyri útlendingar
- mentunarhús / café
- varðtekn fyri kommununa

At fáa eitt tílíkt slóðbrótandi, sermerkt og forvitnisligt hús í kommununi er ein fongur fyri kommununa ??? borgarunum at gagni.

Kommunan eigur at verða ein viðspælari til hesa spennandu verkætlan. M.a. at geva teimum ið arbeiða við hesum bestu karmar at arbeiða undir. Er kommunan við spælari verður lættari at finna stuðul úr grunnum. M.a. kann kommunan hjálpa við fundarmentinum til verkætlanina.

Eg ætli mær at arbeiða fyri, at henda verkætlanin verður veruleiki.

Set X við Jóanis Albert Nielsen

Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder