Politikkur

Gerhard stillar ikki upp men sonurin Sámal Hanni Lognberg stillar upp

...

2019-08-08 22:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv


Vegna persónligar umstøður??? havi eg valt at trekkja meg sum valevni hjá Sambandsflokkinum. Hettar er tó ikki so torført fyri meg??? nú eg veit??? at sonur mín???Sámal Hanni Lognberg??? hevur tikið støðu til at stilla upp fyri Sambandsflokkin.
So nú er sjálvsagt møguleiki til at seta krossin fyri Sámal Hanni Lognberg??? sum eg veit??? er ein skilamaður.

Sambandsflokkurin skrivar:

SÁMAL HANNI LOGNBERG STILLAR UPP FYRI SAMBANDSFLOKKIN

Eitt nýtt valevnið úr Sandoynni stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið. Samstundis hevur Gerhard Lognberg, faðir Sámal Hanna, sum áður hevur boðað frá uppstilling til løgtingsvalið, valt ikki at stilla upp vegna persónligar umstøður

Sámal Hanni Lognberg er 43 ára gamal og uppvaksin í Skopun. 18 ára gamal giftist hann við Kristu Winther Lognberg og saman eiga tey 6 børn og 2 barnabørn.

Heilt síðan hann var smádrongur, hevur hann havt stóran áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum sum heild.

Sámal Hanni hevur egnað fyritøku, sum hann og konan stovnaðu í 2005. Hettar hevur sjálvsagt við sær, at hann hevur stóran áhugað í vinnulívi og innlit í, hvussu føroyska vinnulívið virkar.

Síðan hann var 25 ára gamal, hevur hann verið virkin í samkomuleiðslu og hevur tískil eisini eitt serlig hjarta fyri teimum etisku virðunum.

Av tí, at Sámal Hanni sjálvur gjørdist pápi tíðliga og fekk eina stóra familju, hevur hann nógvar hugsanir um, hvussu føroysku barnafamiljurnar kunnu fáa betri kor.

Her eru nøkur av hansara hjartamálum:

??? At barnafamiljur fáa størri peningaligt frælsi
??? Verja tey etisku virðini
??? At vinnan fær góð kor
??? Verja rættindini hjá okkara sjófólki
??? ??tróðramenn sleppa at fiska frítt upp til 15 tons
??? Einar grønari Føroyar
??? Vælskipaða ferðavinnu
??? Virðilig kor til okkara eldru, sum merkir, at grundarupphæddin skal hækkast aftur

Hansara ynskið er at ávirka føroyskan politikk soleiðis, at Sandoyggin og allar Føroyar gerast eitt betri stað at liva í.

Sambandsflokkurin

Mynd hjá Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder