2018-06-29 20:41

Gekkavinnarin - Sunrid Nielsen - er her avmyndað saman við manninum - Hans Arna Nielsen - uppi í Gásadali, har tey í kvøld hildu 85-ára føðingardag fyri Hans Arna Nielsen í Gásadalsgarðinum, tó góvu tey sær eisini tíð til at spæla gekk, tey vóru 18 fólk í føðingardegnum, sum spældu við 85 gekkaheftum.
Sunrid vann fyrst rekkjuvinningin og so Gekkin - hon deildi samlaða vinningin uppá 3,6 milliónir á allar tríggjar gekkarnar t.v.s. 1,2 milliónir á hvønn, næstu ferð hon snaraði hjólinum vann hon 1,2 milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald