JN

GDPR steðgar ??-kortum til lesandi

...

2020-08-20 15:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er við tungum huga at vit í dag mugu boða frá, at vit kunnu ikki veita ókeypis ??-kort til skúlaárið 2020/2021. Orsøkin er m.a. nýggja GDPR lógin um persónsupplýsingar.

Vit fegnast, at tað finst lóg, ið verjir rættindini hjá brúkarunum, men vit hava til eina og hvørja tíð virt og vart upplýsingarnar, vit hava.
Í nærum 10 ár hava vit í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu havt gleði av at veita ókeypis ??-kort til fleiri túsund lesandi, men orsakað av nýggju lógini og útreiðslunum, lógin hevur við sær, mugu vit tíverri ásannað, at vit undir núverandi umstøðum ikki kunnu halda fram.
Nýggja lógin er primert fyri at verja brúkaran móti stórum fyritøkum sum Google og Facebook, men hon ávirkar eisini lítlar og smærri fyritøkur.
Tískil kunnu vit ikki veita ókeypis ??-kort til komandi skúlaár.
Vit arbeiða við at finna eina loysn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder