Politikkur

Ganga í haga

...

2019-07-06 10:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjálvboðin úr øðrum londum hava júst verið í Føroyum og gjørt gøtur úti í føroysku náttúruni. Gjørt gøtur til mest vitjaðu støðini, har lendið er nógv slitið. Slit á lendinum á mest vitjaðu plássunum er blivið til ein stóran trupulleika. Við hesum átakinum verður roynt at loysa ítøkiliga trupulleikan . Tað er altavgerandi, at vit varðveita okkara vøkru náttúru. Umráðandi er tí, at viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt so vakurt og náttúrligt sum gjørligt, so tað ikki skemmir náttúruna. Átakið er gjørt í samarbeiði við avvarðandi kommunur, VFI og bøndir og eg vóni tað fer at hava ynskta virkningin.


Tá slík átøk verða gjørd, er sera umráðandi, at fólk úti á smáu plássunum, ognarar og bøndir blíva tikin við í tilgongdini og blíva eftirspurd, so onki verður kroyst niður yvir tey. Ferðavinnan skal samskipast soleiðis, at smáu støðini ikki blíva niðurrend av óskipaðari massaturismu. Íbúgvarnir skulu ikki føla seg fremmandar í síni egnu bygd. Tað má heldur ongantíð koma hartil, at vit føroyingar kenna okkum fremmandagjørdar í egnum landi.
Umráðandi er eisini , at evt. fíggjarligi vinningurin av ferðafólkunum fellur lokalt úti á plássunum.
Aktiv fyri fólkaheilsuna.
Eg fegnist um, at gøtur í heila tikið verða gjørdar úti í føroysku náttúruni. Vit skulu halda áfram við tí. Tað er tryggari og betri við gøtum, heldur enn at fólk ganga allastaðni. Tað eru ikki bara útlendingar, sum fáa gleði av náttúrugøtum, men eisini føroyingar. Tað hevur týdning fyri trivnaðin hjá nógvum og fyri fólkaheilsuna sum heild og sálarheilsuna, at fólk kunnu njóta okkara vøkru náttúru uttanfyri bygd og bý.
Allar kanningar vísa, at rørsla og serliga gongd úti í náttúruni er gott fyri heilsuna. Tað er partur av fólkaheilsuni og vælferðini. Manngjørdu náttúrugøturnar eru eitt gott aktiv hjá okkara borgarum. Tær eru bara ov fáar. ??ll eru ikki eins væl gongd, men við góðum gøtum gerast møguleikarnir betri at ganga ein túr burturi í óbygdum.
Rekreativ økir skapa trivna og Tórshavnar kommuna er við sínum gongugøtum eitt gott fyridømi fyri onnur á hesum økinum. Náttúrugøturnar í kommununi har eru til gleði og gagns fyri borgarnar og verða nógv brúktar. Í Klaksvík eru nakrar gøtur gjørdar, men vónandi gerast tær fleiri.Sjálvbodnir ùtlendingar gjørdu ì vár eina gøtu av Hálsi ávegis niðan á Klakkin og ta?? gle??ist eg um . Vónandi ver??ur hendan gøtan gjørd li??ug skjótast. Vit kunnu vera samd ella ósamd um hetta er rætti mátin ella um gøturnar eru gjørdar á rættan hátt. Sjálvt hugskoti?? at gera gøtur ùti ì náttùruni er gott. Ta?? er fantastiskt at standa uppi á Klakki og sko??a ì allar ættir.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder