Vinna

Fyrstu skipini hava loyst aftur

...

2020-01-09 00:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
??dnarveðrið seinastu dagarnar hevur darvað fiskarínum. Vindurin er nú minkaður aftur, og hava tey fyrstu skipini loyst aftur.

Á myndini frá Fishin.fo sæst at íslendsku skipini sum hava krokað við Føroyar seinastu dagarnar og Norðborg eru á veg á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi. Íslendsku skipini eru Børkur, Beitir, Jón Kjartansson, Venus, Vìkingur og Polar Amaroq úr Grønlandi.

Gitte Henning 1 og Christian í Grótinum eru áveg á makrelfelti vestur úr Hetlandi. Føroysku skipini høvdu rokfiskiskap har áðrenn ódnarveðrið brast á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder