2019-04-09 16:09

Beinta Gudfinnsdóttir Jacobsensett í starv sum fyrstilærari í Porkeris skúla
Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Porkeris skúla frá 23. apríl at rokna.
Beinta er 39 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari. Fyrsta árið arbeiddi hon í Argja skúla, og skúlaárini 2006/07 til 2016/17 hevur hon starvast sum lærari og seinasta árið sum støddfrøðivegleiðari í Eiðis skúla.
Beinta tók í 2017 útbúgving sum støddfrøðivegleiðari og starvast í dag í Tvøroyar skúla, har hon er knýtt at sertilboðnum í skúlanum, umframt at hon røkir aðrar undirvísingarligar uppgávur.
Mentamálaráðið, 9. apríl 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald