2016-01-20 13:46
Borgarar í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og Saksun.
Í samband við atkvøðugreiðslurnar 26. januar 2016, um at leggja Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla niður, verður skipað fyri almennum kunnandi borgarafundum.
Borgarafundir verða:
- í Bygdarhúsinum í Hósvík týsdagin 19. januar 2016 kl 19:00
- á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla mikudagin 20. januar 2016 kl 19:00
Tikið verður saman um og skúlabygnaðurin í Sunda kommunu verður lýstur við atliti til, um atkvøðuúrslitið vísir JA ella NEI fyri at varðveita Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla.
Orðið verður frítt, og býráðið og skúlaleiðslan svara spurningum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald