2020-03-04 10:28

Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, upplýsti á tíðindafundi fyri løtu síðani, at ein føroyingur hevur fingið staðfest corona-virus, tað skrivar Portal.fo.
Maðurin sum býr í Tórshavn, hevur verið í París á eini ráðstevnu saman við nógvum øðrum fólkum, sum seinni hava fingið staðfest covid-19.
Maðurin og familjan hjá honum eru nú avbyrgd í egnum heimi. Maðurin kom aftur til Føroyar tann 24. februar úr París.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald