2019-08-24 13:39

Finnur Fríði, sum hevur verið á makrelveiðu norðanfyri, kemur á Tvøroyri um 7-tíðina í kvøld, við 400 tonsum, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic - tað er fyrsta lastin Varðin tekur ímóti nú í summar ella heyst.
Vit tosaðu við skiparan - Arna Hansen - hann segði, at makrelur var at síggja víða um, tað eru nógv skip á feltinum norðanfyri, russisk, grønlendsk, íslendsk og føroysk
Finnur Fríði fer nýggjan túr fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald