Politikkur

Fyrispurningur um lønarkrøv í sambandi við at fiskiloyvi verða latin

...

2018-10-10 20:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um lønarkrøv í sambandi við at fiskiloyvi verða latin, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

· Kann landsstýrismaðurin vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, uttan so at tann sum søkti um fiskiloyvi fyrst váttaði, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum vórðu lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg?

· Kann landsstýrismaðurin vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, til ávísan fiskiskap, sum ikki var fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, uttan so at tann sum søkti um fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri hevur váttað, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning vóru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum?

· Um landsstýrismaðurin ikki kann vátta hetta, hvørjar avleiðingar fær tað so fyri tey, ið hava ábyrgdina av, at lógin ikki er fylgd?

· Um landsstýrismaðurin ikki kann vátta hetta, hvat ætlar hann so at gera, fyri at mistakið ikki verður endurtikið?

Viðmerkingar:

Í løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi stendur soleiðis í § 51 stk. 2:

???Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.???

Undir aðalorðaskiftinum í løgtinginum tann 9. oktober 2018 um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi, spurdi undirritaði tvær ferðir landsstýrismannin, um hendan reglan var hildin allan vegin ígjøgnum, men landsstýrismaðurin svaraði ikki spurninginum. Tí verður spurningurin settur sum § 52a fyrispurningur.

Á Løgtingi, tann 10. oktober 2018

Helgi Abrahamsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder