Politikkur

Fyrispurningur um Beta files

...

2018-10-01 21:17 Author image
placeholder

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri hevur sett Rigmur Dam, landsstýriskvinnu fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um teldutøka savnið hjá Beta files,settur landsstýris­manninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Er nøkur gransking byrjað?

2.Hvørji stig hevur landstýrismaðurin tikið til tess at kunna um og seta gongd á granskingina og harvið fremja Løgtingsins vilja at byrja fiskivinnugransking í teldutøka tilfarinum hjá Beta files?

Viðmerkingar:

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 er ein millión kr. sett av á konto 7.23.6.25 undir yvirskriftini Fiskivinnusavnið Beta (Stuðulsjáttan).

Endamálið við játtanini er at stuðla gransking í tilfari frá partafelagnum Beta um felagsins virksemi, sum er savnað og skrásett frá 1977 til 2006.

Neyvan nakrantíð hevur slíkur granskingarmøguleiki staðið føroyingum í boði, har øll kunning fæst um raksturin hjá einum felag, ið fevndi um raksturin av 8 partrolarum í 3 áratíggju. Her er kunning um m.a. øll troløki, tov, troltímar, veiðu í hálunum o.s.fr.

Henda vitan og tað arbeiði, ið higartil er lagt úr hondum, kann neyvan metast í virði.At talan er um sera viðkomandi granskingartilfar, hava navnframir menn her á landi og uttan úr heimi váttað.

Eysturoyggin er sum kunnugt lokomotivið í føroyskari fiskivinnu, so tað skuldi verið sjálvsagt, at fiskivinnugransking hevur góðar karmar í nærumhvørvinum.

Fyrispurningurin verður settur landstýrismanninum fyri at fáa eina kunning, nú 9 mánaðir er farnir av árinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder