Politikkur

Fyrispurningur til Helgi Abrahansen

...

2021-04-12 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrispurningur til Helgi Abrahansen

Tað vóru helst mong í hvukku við tá ??tvarpið í tíðindasendingini fríggjakvøldið, í samband við at nýggjar vindmyllur skuldu setast upp, bar tey tíðindi, at Elveitingareftirlitið fer at áleggja SEV útreiðslur í 100 millióna klassanum, sum føroysku húsarhaldini skulu gjalda í hægri elprísum tað komandi tíðina. Eisini kom greitt fram at Elveitingareftirlitið,tekur avgerð tvørtur yvir høvdinum á nevnd og leiðslu í Sev.

Tí verða hesir fyrispurningar settir Helgi Abrahamsen landstýrismanni orkumálum.

1. Hevur Elveitingareftirlitið neyðugar førleikar til at áleggja SEV móttøkuskyldu, sum ífylgi SEV kemur at kosta føroysku húsarhaldinum meira enn 100 milliónir í hægri elprísum, tað komandi tíðina.

2. Við at geva Elveitingareftirlitinum ræðisrættin á SEV, hevur Landstýrismaðurin tá tryggja sær at SEV kann fylgja grein 11 í Elvetingarlógini har sagt verður at ??? Sev hevur ábyrgdina av at veitingartrygdin og elgóðskan eru nøktandi ???.

3. Hevur Landstýrismaðurin polittiska uppbakning í samgonguni fyri at taka avgerðir tvørtur yvir høvdinum á nevnd og leiðslu á Sev, sum føra til at føroysku húsarhaldini skulu gjalda meira enn 100 milliónur krónur í hægri elprísum komandi tíðina.

Á løgtingi 12 apríl 2021. Henrik Old

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder