Fyrireikingarnar til yvirtøkuna skuldu gerast í 2019
(Svar til Sirið Stenberg)
Í einum lesarabrævi fyrr í dag vísti eg á, at nú Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna við innlendismálum, er so glað fyri yvirtøkuna av sjókortmyndugleikanum, so er tað ein keðilig síða av hesi yvirtøkuni, at neyðugu pengarnir ikki vórðu játtaðir til at fyrireika hana. Nú síggi eg, at Sirið svarar mær aftur, og tí gevi eg hesa frágreiðingina:
Í Stýrisskipanarlógini § 43 stk. 2 stendur, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, sum er í gildi, tá pengarnir verða brúktir.
Í hesum førinum merkir tað, at um løgtingið samtykkir at gera eina yvirtøku sum kostar 5,6 mió. krónur, og eingir pengar verða játtaðir til at gera yvirtøkuna, so hevur landsstýrismaðurin ikki loyvi til at seta arbeiðið í gongd.
Sirið umber seg við, at undanfarna landsstýri valdi ikki at fara í løgtingið við nakrari eykajáttan beint uppundir val. Men uppskotið um yvirtøkuna varð lagt fyri løgtingið longu í oktober 2018. Tað vil siga, at landsstýrið visti um yvirtøkuna tá fíggjarlógin fyri 2019 varð løgd fram. Tí skuldi ikki verið neyðugt við nakrari eykajáttan.
Sirið kallar yvirtøkuna fyri ???løgtingsins vilja???, men veruleikin er, at so leingi sum pengar ikki eru játtaðir, so kann tað ikki vera ???løgtingsins vilji??? at fáa fyrireikingararbeiðið gjørd. Tað er beinleiðis ólógligt at brúka pengar, sum ikki eru játtaðir.
Fyrireikingararbeiðið við at gera yvirtøkuna av sjókortum var ikki liðugt til yvirtøkudagin tann 1. januar 2020, tí løgtingið hevði ikki játtað neyðugu pengarnar. Hetta sigi eg ikki fyri at finnast at embætisfólki ella landsstýriskvinnuni, men eg bara staðfesti, at pengarnir vóru ikki játtaðir til tað sum skuldi gerast í 2019. Tí undrar tað meg, at Sirið í svarinum til mín sigur, at játtan var í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020. - Pengarnir skuldu brúkast í 2019.
Pengarnir sum eg fekk í eini eykajattan í heyst vóru bara ein brøkpartur av tí sum fyrireikingararbeiðið kostar, tí tá var so nógv útligið, at stundir vóru ikki til at gera meira.
Men Sirið skal ikki bera ótta fyri yvirtøkuni. Vit skulu nokk fáa hana at rigga, men fyribils mugu danir umsita økið í eina tíð fyri føroyingar, tí fyrireikingararbeiðið í Føroyum var ikki klárt tann 1. januar 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald