Mentan

Fyrireika Djóradagar 2016

...

2016-04-10 19:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Ríðingarfelag: Nevndin í Føroya Ríðingarfelag spennir seg í hesum døgum út at gera Djóradagar 2016 til teir bestu nakrantíð. Í løtuni verður arbeitt við at fáa tey seinastu tingini á skrá, og væntast skráin at vera liðug í komandi viku.

Djóradagar eru vanliga seinasta vikuskiftið í Mai og soleiðis er eisini í ár, har tiltakið liggur tann 28 og 29 Mai. Báðar dagar frá kl 14 til 18.
Vanliga koma fólk úr øllum landinum at vitja djór og fólk í Havnardali - Vitjunartalið er ofta omanfyri 5000 samlað. Felagið ræðir tó yvir stórum økið, felagshúsið og risastórari høll, at har gerst ongantíð trongt..

Tiltakið er gjørt í samstarvið við bóndir og djóraeigarar sum koma við djórum at vísa fram. Umframt nógv forkunnug djór eru sjálvandi eisini nógv ross at síggja á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag.

Eisini eru nógvar hoppiborgir, bogaskjóting, teymaríðing (ponyríðing), fiskibrunnur og onnur tiltøk til børnini
Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag leggur tó dent á at tiltakið hevur eitt konsept sum eitur djór, hugni og náttúra og tað verður hildið fast um tað aftur í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder