2016-01-20 17:12

Hóskvøldið 21.januar kl. 19 fer grønlendingurin Lasse Bjerge Landbúnaðarrágevið, sum er uppvaksin á Royndarstøðini í Upernaviarsuk í Suðurgrønlandi, at greiða frá teirra royndum, sum eru gjørdar við seyðabrúki og gartnaríi, á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Eisini verður Oddjó Stovugarð frá Heilsufrøðiligu starvstovuni við, og fer Oddjó at greiða frá um ridluskriða.
Royndarstøðin í Upernaviarsuk hevur 325 áseyðir, sum kann metast við teir stóru hagarnar í Føroyum, har verða eisini gjørdar royndir við grasi og grønmeti.
Tiltakið er ókeypis.
Føroya ??ðalsfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald