Mentan

Fyrilestrar á Hotel Føroyum um seyðahald leygardagin

....

2015-03-12 18:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Sum upphiting til kjøtkvøldið, sum verður leygarkvøldið 14. mars, skipar Búnaðarstovan fyri fyrilestrum um seyðahald seinnapartin leygardagin.

Evnið hesaferð er ridluskriði og seyðasýningar. Seinastu árini eru blóðroyndir tiknar av seyði í fleiri høgum, og kanningar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri at staðfesta, hvussu mótstøðuførur seyðurin er móti ridluskriða. Heilsufrøðiliga Starvsstova fer at greiða frá um hesar kanningar og geva varislig tilmæli um, hvussu farast skal fram fyri at basa ridluskriða. Í fyrilestrum verður eisini greitt frá kanningum, sum verða gjørdar á Búnaðarstovuni, og greitt verður frá um framtíðarætlanir.

Eisini verður fyrilestur um seyðasýningar,  har  greitt verður frá, hvat dentur skal leggjast á, tá seyður verður sýnaður, og spurningurin um at taka ridluskriðamótstøðuføri við í seyðasýningarnar verður eisini umrøddur. Til seinast verður fyrilestur um seyðahald og seyðasýningar fyrr, har eisini gamlar myndir verða vístar.

Skráin:

Ridluskriði og seyðasýningar

 

1530              Kanningar av ridluskriða og tilráðingar

Oddjó Stovugarð, Heilsufrøðiliga Starvsstovan

1555              Masteruppgáva um ridluskriðakanningar í Føroyum

                      Selma Dahl Erol, Sveriges Lantbruksuniversitet/Búnaðarstovan

1610              Ridluskriðakanningar av óm á Búnaðarstovuni í 2014

                      Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan

1620              Ridluskriði og seyðasýningar

                      Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan

1635              Seyðahald og seyðasýningar fyrr

                      Ari Johanneson, Búnaðarstovan

1700              Liðugt

Fyrilestrarnir eru ókeypis, og øll eru vælkomin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder