Fyri nøkrum vikum síðan las eg áhuagverda grein, sum Jonhard Danielsen, valevni hjá Fólkaflokkinum, hevði skrivað. Hendan greinin snúði seg um plastik og hvussu dálkað verður við plastikki.
Dálkingin stendur við og versnar.
Tey seinastu 50 árini er framleiðslan av plastikki eksploderað frá at vera 15 mil. tons í 1964 til 348 mil. tons í 2017.
Eisini verður í greinini hjá Jonhardi vísti á, at ein frágreiðing frá 2016, sum FN???s Miljøprogram og miljøorganisation UNEP hevur gjørt sigur, at 80% kemur frá virksemi á landi, hini 20% koma frá virksemi á havinum.
Umframt ymiskt annað áhugavert verður í greinini m.a. sagt:???Tað,sum vit keypa, bera vit heim í plastikposa??????
Her kunnu vit í hvussu so er gera nakað ítøkiligt, til tess at minka um plastiknýtsluna í Føroyum.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Eiðis kommuna tað, at hon lat gera ???toyposar???, sum vórðu givinir øllum húskinum í Eiðis kommunu. Tað var ein frægd at síggja, hvussu væl varð tikið undir við hesum og at fólk høvdu hesar posar við sær, tá farið varð til handils.
Hetta er eitt fyridømi ??? sum allar kommunur í Føroyum áttu at fylgt. Hetta ger mun ??? og allir bati bøtir.
Tað er at fegnast yvir tey átøk, sum fólk kring landið, ið eru góð við náttúruna, gera. Tey hava stóra tøkk uppiborna og eingin ivi er um, at arbeiðiðteirra er av sera stórun týdningi og ger góðan mun.
Umhvørvið hava vit til láns frá eftrikomarum okkara. Tað er okkara ábyrgd og skylda at fara væl um náttúruna.
Dálking er ein hóttan móti øllum livandi og kunnu vit ikki, sum strutsurin, bara stinga høvdið í sandin og latast sum einki. Tað er ábyrgdarleyst.
Her mega allar góðar kreftir, líka mikið politiskan lit, standa saman og virka fyri munagóðum átøkum, sum verja og fjálga um okkara náttúru. Tað skylda vit okkara eftirkomarum.
Umhvørvispolitikkur er nakað, sum eigur at fáa eina munabetri raðfesting enn vit higartil hava sæð. Hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma.
Tordur J. Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald