2020-12-30 10:45

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1060 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 197.487 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 605 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 541 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 64 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald