
Góðu limir í Starvsmannafelagnum.
Nú stundar til 7. mars, tá tað verður endaliga gjørt av, hvør skal verða formaður felagsins næstu fýra árini.
Formansstarvið er eitt krevjandi starv. Tað krevur áræði og góðar samstarvseginleikar. Tað krevur siðiliga framferð og evni at hugsa klárt og ikki leypa fram av, tá á stendur. Hesir eginleikar eru avgerandi fyri, um mál og trætur skulu loysast, og ikki minni fyri at samráðingar kunnu bera á mál.
Og nógv mál eru rokkin hetta seinasta formansskeiðið.
Eg skal í hesum viðfangi vísa á nøkur fá viðurskifti, sum eru avgreidd, og sum týðuliga vísa ta framgongd í úrslitum, sum felagið hevur havt.
Limahondbók
Nevndin í felagnum hevur í fleiri ár havt ætlanir um at gera eina limahondbók, soleiðis sum vit kenna frá starvsfólkahondbókum.
Eg setti mær fyri, at hetta arbeiði skuldi avgreiðast, soleiðis at felagið fekk sína fyrstu talgildu hondbók ??? tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Hondbókin skuldi verða eitt væl gjøgnumarbeitt og slóðbrótandi amboð til tykkum limir, soleiðis at tit altíð kunnu finna svar upp á teir spurningar, sum tit ofta sita inni við.
At gera eina slíka hondbók krevur nógv arbeiði, men tað eydnaðist at fáa fyrsta partin av ætlanini við bókini lidnan á heysti 2019.
??tlanin er nú, at annar partur skal setast í gongd skjótast til ber, so øll hondbókin gerst so fullfíggjað sum møguligt. Ein slík talgild limahondbók verður tó ongantíð liðug, tí so hvørt sum broytingar eru, skal limahondbókin eisini dagførast og tillagast.
Samýning til álitisfólk
Eitt annað týðandi avrik í brátt farna valskeið er samsýningin til álitisfólkini.
Í sáttmálasamráðingunum í 2017 fingu vit nevniliga í sáttmálan, at øll álitisfólk fáa eitt lønarstig í samsýning fyri at átaka sær tað ábyrgdarfulla og týdningarmikla arbeiði, sum tað er at verða álitisfólk. Hetta er eisini eitt stórt frambrot, sum bara vit í Starvsmannafelagnum hava megnað.
Við avtaluni lækkaðu vit samstundis talið av álitisfólkum, tí tað mettu vit, at okkara álitisfólkaskipan væl tolir. Tað er nevniliga ikki talið av álitisfólkum, sum er avgerandi, men heldur, hvussu góð og effektiv skipanin er. Tí haldi eg, at skipanin, vit hava í dag, er bæði góð og vælvirkandi. Men um tað kortini vísir seg at vera neyðugt at gera tillagingar ella broytingar, so havi eg tað álit á sáttmálamótpartinum, at onki verður í vegin fyri at gera hesar broytingar.
Eitt annað í hesum sambandi er, at vit eiga at skipa soleiðis fyri, at øll álitisfólk, nýggj sum gomul, roynd sum óroynd, verða enn betur skúlað, enn bara við grundskeiðnum og framhaldsskeiðunum, sum vit í dag hava. Hesum skulu vit arbeiða fram ímóti.
Trípartasamstarv
Í Føroyum er ikki vanligt við tí, tey rópa trípartasamstarv ella trípartaavtalur. Trípartasamstarv er samstarv, sum er ímillum politisku skipanina, arbeiðsgevaran og fakfeløgini.
Seinastu árini hava vit verið partur av ikki færri enn trimum trípartasamstørvum, og avtalurnar, sum hava spurst burtur úr hesum, eru onki minni enn slóbrótandi.
Tað snýr seg um avtalurnar um yrkisútbúgvingar ??? eisini nevndar vaksnamannaútbúgvingar ??? um betri lønarhagtøl, og um at seta lærlingar við, soleiðis at lærlingatalið ikki stendur og fellur við, hvussu tíðirnar eru í samfelagnum.
Bjargaðu Samhaldsfasta
Vit kunnu eisini kanna okkum okkara part av æruni fyri, at ætlanin hjá hesi samgonguni at leggjast á Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, AMEG, oftast bara nevndur Samhaldsfasti, miseydnaðist.
Samhaldsfasti er grunnur, sum arbeiðsmarknaðurin eigur, og hevur politiska skipanin einki við hann at gera. Men samgongan ætlaði at brúka innistandandi pening í grunninum til at fíggja síni vallyfti við. Vit stríddust fyri, at ætlanin bleiv steðgað, og við góðum og vælvirkandi samstarvi ímillum flestu fakfeløgini í Føroyum eydnaðist at leggja so størst trýst á ætlanina, at fíggjarmálaráðharrin tók hana aftur.
???Tit hava vunnið, og vit hava tapt???, ljóðaði niðurstøðan hjá fíggjarmálaráðharranum.
Starvsmetingarnevnd
Eg kundi nevnt fleiri onnur mál og viðurskifti, sum eg við góðum stuðli frá nevndini havi stríðst fyri, og sum hava eydnast seinastu fýra árini, men lat meg enda við Starvsmetingarnevndini.
Skipanin við Starvsmetingarnevndini er ein skipan, sum bert vit í Starvsmannafelagnum hava. Í nevndini sita tvey umboð fyri Starvsmannafelagið og, alt eftir hvat er til viðgerðar, tvey fyri annaðhvørt Fíggjarmálaráðið ella Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsmetingarnevndin hevur javnan fundir og á hvørjum ári, ofta fleiri ferðir um árið, tekur hon avgerð um umflokkingar av limum í felagnum, sum hava fingið aðrar starvsuppgávur ella hava fingið tyngri uppgávur, ella tá tað vísir seg, at innplaseringar ikki eru rættar.
Tað eru ikki bara umflokkingar og framflytingar, sum verða viðgjørdar og avgjørdar í Starvsmetingarnevnini, men eisini til dømis viðbøtur.
Ikki minst arbeiðið í Samstarvsnevndini krevur royndir, hegni og góð samstarvsevni.
Evni til stríð og samstarv
Samanumtikið kann sigast, at Starvsmannafelagið hevur havt nógvar og stórar avbjóðingar á sáttmálaøkjunum seinastu árini. Men við støði í væl umhugsaðum ætlanum og góðum grundgevingum eru vit í allarflestu førum komin á mál. Og í tilgongdini havi eg lagt dent á, at vit, skil, treiskni, áhaldni, samstarv og siðilig framferð altíð skal vera spjaldramerki í samráðingum, sum eg standi á odda fyri.
Persónliga leggi eg eisini dent á at vera semjusøkjandi. Trætur, ósemjur og misskiljingar skulu loysast.
Tí havi eg neyðuga áræðið at halda fram sum formaður næstu fýra árini, umboðandi allar limirnar í Starvsmannafelagnum.
Vón um stuðul
Kæru limir, eg havi altíð brent fyri fakfelagasarbeiði, havi altíð arbeitt hart fyri felagið og allar limir tess, og tað ætli eg at halda fram við, fái eg aftur litið formansuppgávuna í hendi.
Við hesum fari enn einaferð at heita á tykkum um at stuðla mær á formansvalinum. Brúkið tykkara rætt og greiðið atkvøðu. Veljið tryggu framtíðina hjá felagnum og limum tess.
Tað er einfalt og lætt at atkvøða talgilt.
Send ein teldupost til[email protected]og bið um ein talgildan atkvøðuseðil. Um tú fylgir vegleiðingini, er lætt at fáa hetta avgreitt.
Tað ber eisini til at ringja til felagið á 614868 og biðja um talgildan atkvøðuseðil, ella tú støkkur inn á gólvið í felagnum, tí har ber til at atkvøða við brævatkvøðu.
Og ætlar tú tær á aðalfundin leygardagin, og tú ikki hevur atkvøtt frammanundan, so ber sjálvsagt eisini til at greiða atkvøðu har.
Gott val
Vinarliga
Súni Selfoss, formansvalevni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald