JN

Fult teknað við bussunum til Vágarnar

...

2018-07-07 11:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin 8. juli kl. 13 byrjar gongutúrurin fyri friðing á Víkum. Møguleiki hevur verið fyri at sleppa við bussi úr Havn til Vatnsoyrar, men neyðugt gjørdist at fáa ein eyka buss, og nú eru báðir bussarnir fullsettir. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir tí á fólk, sum ætla sær við á gongutúrin, um at koyra saman, so at allir bilar eisini verða fyltir.


Roynt verður tó at fáa ein buss afturat, og tí ber eisini til at skriva seg á ein lista fyri tey sum ynskja pláss við bussinum. Til ber at senda teldupost til [email protected].

Endamálið við túrinum er at heita á Landsstýriskvinnuna í Heilsu- og innlendismálum og Yvirfriðingarnevndina um at varðveita náttúruna á Víkum. Einki er at ivast í, at stóra undirtøkan endurspeglar tørvin á náttúrufriðing, og at fólk krevja at okkurt verður gjørt. Túrurin varir 5 tímar, so heitt verður á øll um at hava matpakka og góðar gangiskógvar við.

Gongutúrur fyri friðing á Víkum er eisini at finna á facebook: https://www.facebook.com/events/1047016085454553/

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder