2021-02-03 19:36

Nú tað hevur verði liggjandi kavi og frost í meira enn eina viku, hava smáfuglarnir sum annars halda til úti í óbygdum leita sær til bygdar og bý fyri at finna lívd og mat.
Ein av smáfuglunum sum man ikki sær so ofta, er Jarntítlingurin, hesin á mynduni leitaði sær føði ímillum starar og spurvar og át breyð sum var lagt út.
Tá ið smáfuglarnir leita sær skjól millum húsana, fylgja rovfuglarnir eftur, tað hava verði óvanliga nógvir Smyrlar at sæð millum húsana nú frosti bítur, og man kemur ofta nærri at teim enn man gerð annars, hesin Smyrilin á mynduni hevði fingi fatur á einari Lítlari Mýrusnípu, hettar má sigast at verða sannur gloypibiti í hesum karga veðrinum.
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald