Politikkur

Fróði stillar upp fyri Borgaralistan

...

2020-10-24 10:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eri 45 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Miðvági, tlf 225287

Eri giftur við Annbritt, og vit eiga 4 gentur ið eru 5, 8, 16 og 18 ár.
Byrjaði á flogvøllinum eftur lokið studentsprógv í 1995, og havi verið í flogvinnuni líka síðan. Havi arbeitt úti í heimi í hesi vinnu.
Arbeiði hjá Atlantsflog sum tyrluflogskipari, havi verið flogskipari í yvir 20 ár. Havi seinastu árini eisini undirvíst tyrluflogskiparum.
Havi síðani ungdómsárini, verið aktivur í nevndararbeiði í ymiskum ítróttar- og mentunar feløgum.
Míni hjartamál eru:
Eg havi altíð havt eitt brennandi hjarta fyri frítíðarvirksemi, og tað er sera umráðandi, at frítíðarvirksemi fær bestu karmar at útinna sítt góða arbeiði, kommunan skal stuðla praktiskt og peningaliga.
Eg vil arbeiða fyri, at kommunan verður enn betur samansjóðað, hetta kann millum annað gerast við at seta bussrutu millum bygdirnar á stovn, ongantíð betur um vit kunnu samarbeiða við Sørvágs kommunu,og fáa alla oynna við.
Manglar og viðlíkahald í kommununi skulu raðfestast á almennum lista, so borgarin veit nær tey ymisku arbeiðini væntast at verða gjørd, og harvið skapa beur gjøgnumskygni fyri borgaran.
X við Borgaralistan
X við Fróða Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder