JN

FR??ÐI - heiðurskvøður til Jens-Kjeld Jensen úr øllum heiminum

...

2020-12-21 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýtt Frøði er komið, og sum altíð við hópin av forvitnisligum greinum.

Tað fer sjálvandi ikki aftur við borðinum, at ein av trúgvu høvundunum í Frøði, at Jens-Kjeld Jensen, í heyst fekk Norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Jens-Kjeld hevur sum fáur dugað at miðla eygleiðing, vitan og gransking og ikki minst at gera vart við avleiðingarnar, tað fær, tá ið vit gera okkum inn á natúrina. Tí er tað við virðing fyri viðurkenningini, at Sjúrður Hammer hesaferð skrivar um Jens-Kjeld og at vit somuleiðis geva rúm fyri heilsanum úr alskyns heraðshornum.

Í kjalarvørrinum á koronufarsóttini eru longu fleiri granskingarverkætlanir gjørdar og aðrar eru ávegis. Eina Eliasen skrivar grein um gransking, ið hon hevur gjørt av umstøðunum hjá teimum eldru í koronutíðini. Maria Skaalum Petersen hevur tikið saman um kanning, sum hon hevur staðið fyri um seinárin av koronu og sum var fíggja av P/f Krúnborg og Borgartún.

Bæði í 1923 og aftur í 2018 funnu fólk grøðiskeljar í fjøruni í fleiri bygdum. Talan er um skel av sepiahøgguslokki, sum ikki er vanligur um okkara leiðir. Jens-Kjeld Jensen skrivar um hesar merkisverdu eygleiðingar, har vit fáa at vita, at eisini í umleið 1850 lógu fólk í Føroyum inni við slíkum grøðiskelum.

Fyrsta stigið er nú tikið at hava umhvørviseftiransing á føroysku firðunum. Tað snýr seg um botndjórasamfelagið. Heidi S. Mortensen skrivar grein um verkætlan, har málið er at fáa umhvørviseftiransing, ið lýkur altjóða krøv.

Gamalt var, at eingin fekk fleiri enn eitt navn. Men í 18. øld tók seg líðandi upp siðurin at geva fleiri nøvn, í fyrstani oftast bara tvey nøvn. Sum frá leið fingu vit ymsar fólkanavnasiðir. Anfinnur Johansen hevur granskað í teimum ymisku navnasiðunum og hevur gjørt navnasamanberingar í 1851-55 og 1951-1955.

??vist er, hvussu stóra ávirkan kettan í Føroyum hevur á smáfuglastovnin. Nógvir fuglar doyggja, áðrenn teir røkka kynsbúnan aldur. Diana Krossá Kongsbak skrivar grein um, hvat kortini kann gerast fyri at tálma veiðuni hjá kettu.

Vit hava hoyrt um hervilig ormaár, tá ið so nógv avkom av ormafirvaldi var í bø og haga, at seyður og neyt doyðu í hungri. Helgi Jacobsen hevur skrivað grein um hetta fyribrigdi. Hann setur árstøl á fleiri av teimum ringastu ormaárunum og letur sýslumenn og føroysku bløðini siga okkum, hvussu stóran skaða ormurin gjørdi.

Makrelur er heilsugóður fiskur, ið fólk fegin vilja hava á matarlepan. Men smáveran kudoakann við sínari hjáveru órógva makrelrættin, ið tú hevði ætlað tær.Makrelurin gerst bleytur. Dánjal Petur Højgaard hevur kannað upprunan til kudoa og vísir á, at umrødda smávera eisini er í øðrum fiskasløgum.

Í seinastu greinini venda vit aftur til koronu, men nú snýr tað seg um kyn og bendingarhátt hjá innlæntum navnorðum sum t.d. koronu. Tað er Hjalmar P. Petersen, sum skrivar grein um hetta, og hann spyr, umformar sumkoronainogkoronainier heilbregðin grammatikk, ella um hetta er fullkomin órøkt og snertur fyri føroyska mállæru.

Frøði er fyri øll, tí tað ber lesarum vísan lesnað í løttum hami.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder