
Vit leita eftir fólki til sølu- og kundatænastu okkara, sum hava hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara eina fyrstafloks tænastu.
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka í støðugari menning, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru ein hornasteinur undir okkara virksemi.
Vit leita eftir frítíðaravloysarum til sølu- og kundatænastuna, har tú verður partur av teimum hepnu, ið hava dagligt samband og samskifti við viðskiftafólk okkara.
Tað hevur stóran týdning, at tú??????
hevur áhuga fyri kundatænastu og ferðavinnu
ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv
dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
Arbeiðið fevnir um??????
avgreiðsla og innskriving av ferðafólkum í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførum og tyrlum
avgreiðslu av fyrispurningum frá viðskiftafólkum
arbeiði í bíleggingarskipanini Amadeus
ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á deildini
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða??????
tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum
eitt áhugavert og fjølbroytt starv innan kundatænastu og ferðavinnu
eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
møguleika at halda fram sum avloysari; td. í kvøld- og vikuskiftisvaktum
Krøv
Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift og hava góðar telduførleikar. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur kunnleika til Amadeus bíleggingarskipanina.
Starvið verður sett skjótast til ber og er tíðaravmarkað frá 1. juni til 1. september 2020. Eisini ber til at søkja starvið, um tú gongur í skúla og fært arbeitt fulla tíð í td. summarfrítíðini, um vikuskiftið, halgidagar osfr.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni. Arbeiðstíðin er tengd at flogferðsluni, og tí kann talan gerast um úrtíðararbeiði. Tá ið talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðnum.
Starvsstaðurin er á skrivstovu okkara á Vága Floghavn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran á sølu- og kundatænastuni Kristina Fossaberg á tlf. 222118 ella Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 / [email protected]
Umsókn
Skrivlig umsókn við mynd, avritum av prógvum, lívsrensli (cv) og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected]
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 27. mars 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald