
Tað er gleðiligt at kunna staðfesta, at tilmælini frá mynduleikunum vera fylgd viðv. fyribyrging af COVID-19 smittuni í Føroyum. Somuleiðis er gleðiligt at sanna, at smittan er í afturgongd.
Politiið heldur, at yvirskipað hevur Føroya fólk dugað væl at hildið seg til sokallaðu sosialu frástøðuna, sum er 2 metrar. Heldur ikki hava fólk flokkast í bólkum við fleiri enn 10 persónum. Enn er talan um tilmæli. Verður brot framt á tilmælini, kunnu mynduleikarnir, og tí eisini politiið, bara royna at vegleiða og tosa við borgarar, sum ikki hava fylgt tilmælunum.
Í onkrum føri hevur politiið tosað við og vegleitt, tá tilmælini ikki hava verið fylgd. Tá hevur verið talan um ungfólk, sum í veitslulag hava verið samlaði í bólkum við fleiri enn 10 persónum. Politiið vil sjálvandi tosa við tey ungu og onnur við, tá boðað verður frá brotum á tilmælini frá mynduleikunum. Men tað er týdningarmikið, at vit í okkara samfelag standa saman um kjarnuboðskapin. Tað er eisini týdningarmikið, at serstakliga foreldrini átaka sær ta ábyrgd at tillaga atburðin hjá teimum ungu til gagns fyri allar borgarar her á landi.
Vinarliga Michael Boolsen, fúti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald