JN

Framvegis eingin nýggjur smittutilburður

...

2020-08-29 12:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin smitta varð staðfest í gjár, meðan ein persónur afturat er staðfestur frískur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 92.895 kanningar.

Hetta er áttandi dagurin upp í slag, at eingin smitta er staðfest innanlands. 1.102 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár.

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 362 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 49 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder