JN

Framvegis eingin nýggjur smittutilburður staðfestur

...

2020-05-21 21:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.084 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

98 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.814 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Í dag er Kristi himmalsferðardagur, og ongar kanningar verða gjørdar í dag. Næstu ferð, nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd, verður tí leygardagin tann 23. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder