2020-11-10 08:30
Tey, sum lýddu á valfundin í gjár, hoyrdu nógvar góðar loysnir, um hvussu vit fáa Vága kommunu at verða eitt betur stað at liva um 10-20, ja onkur hevur nevnt 30 ár.
Neyvan kann nakar verða ósamdur í, at vit eiga at hugsa langsigtað og gera ætlanir fyri kommununa, hava skynsaman fíggjarpolitikk og alt hattarhar.
Hinvegin vóru tað ikki nógv, ið tosaðu um gerandistrupulleikarnar hjá borgarunum ??? men tað fyllir nógv í prátinum millum fólk.
Tað kann gott vera, at kommunan er fíggjarliga sperd, og verður tað nøkur ár framyvir, um semja fæst um at byggja skúlan, men hetta má ikki verða umbering fyri ikki at loysa tey smáu málini í kommununi.
Ofta eru tað tey málini, ið kosta minst, ið fylla mest hjá borgarunum, og hetta vil eg arbeiða fyri at fáa broytt, um tú vilt geva mær tína atkvøðu á kommunuvalinum í morgin.
Opinleikin og kunningin eiga at verða nógv betri, og borgarin skal altíð fáa skjótt og greitt svar uppá spurningar sínar. Tað er bæði órímiligt og óvirðiligt, at borgarar ikki fáa svar, tá teir senda fyrispurningar ella áheitanir til kommununa.
Vit eiga at hava eina ætlan, ið er alment atkomulig fyri nær arbeiði verða gjørd, og býráðsfundir skulu verða stroymdir til borgaran at fylgja við. Soleiðis sum tað er nú, er fjarstøðan millum kommununa og borgaran alt ov stór.
Vit skulu eisini duga betur at fortelja tað góðu søguna um Vága Kommunu ??? bæði fyri okkum sjálvum, men eisini restini av Føroya landi. Orð hava skapandi vald, og tí er sera umráðandi, at vit øll í felag leggja størri dent á tað, ið ER gott og gongur væl, enn tað, ið er minni gott ella manglar. Havi hug at taka Vágs Kommunu sum dømi ??? teirra væleyðnaðu átøk og verkætlaninir kenna øll í Føroyum til, men vit hoyra lítið og onki til tær avbjóðingar, sum Vágs kommuna óivað hevur.
Fari at enda við vøkru og sigandi orðunum, sum Mikkjal á Ryggi so væl yrkti í sálmi 318
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl
Set x við Christinu Ravnsfjall
Set X við lista A, Borgalistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald