??tsøgnin í yvirskriftini kann tykjast summum eitt sindur løgin. Vit plaga jú at vísaá børnini og tey ungu, tá ið vit tosa um framtíðina. Hinvegin eldast vit øll, um vit eru heppin. Táhava vit uppiborið eina góða og innihaldsríka tilveru.
Hvat er ein innihaldsrík tilvera, og hvat skal til, fyri at røkka hesum?
At byggja brýr
Fyrst og fremst mugu vit gera alt fyri at knýta bondímillum ættlarliðini. Nattúrliga samveran millum ættaliðini tykist ikki at vera tann sama, sum hon var fyrr. Nøkur átøk eru gjørd fyri at bøta um hetta. Til dømis hava vit á skúlanum í ár sett tímar av til lærugrein, har næmingar fáa undirvísingí ???vælgerð??? á røktarheiminum. Higartil er taðein sera væleydnað verkætlan, sum gevur búfólkunum og, ikki minst, næmingunum stóra gleði. Onnur átøk og tænastur eru eisini íkommununi, sum geva eldraættarliðnum eyka innihald í lívinum. Har kann nevnast møguleikin at ganga til ítriv og fimleik.
Vit skulu alsamt stremba eftir at veita fleiri líknandi tilboð. Her skal kommunan vísa veg. Vit skulu eggja og stuðla verkætlanum, iðkunnu geva nøkur spennandi tilboð afturat til tey eldru.
Ein møguleiki hevði verið, at staðsett onkur kvøldskúlatilboð á røktarheiminum. Vit vita, at tað kanska ikki er lætt hjá búfólkum at fara av heiminum til tilboð og ítriv. Tí mugu hesar tænastur staðsetast á heiminum. Hetta hevði skapt meiri lív á heiminum við tað, at onnur komu á røktarheimið til hesi tilboð.
Sum longstí egnum heimi
Tað hevur verið nógv tikið til, at ein skal búgva sum longst í egnum heimi. Hvat merkir taðso? Tað merkir, at ein skal hjálpast til at klára seg heima, so leingi tað ber til.???Heimið??? nýtist ikki at merkja húsið, ein hevur búð í alt lívið. Vit mugu syrgja fyri at hava so fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, at um ein ynskir at flyta úr stóru húsunum í eina íbúð, eigur tað at vera ein møguleiki. Vit eiga at vísaá og veita grundstykki við góðum treytum til tey, sum vilja byggja íbúðir í kommununi. Vit mugu eisini betra um heimatænastuna við fleiri vitjanum til tey, sum hava tørv á tí.
Frá byggiplássi til heim
Røktarheimið skal altíð vera ein møguleiki hjá teimum, ið ikki klára seg sjálvi. Tað er at gleðast um, at røktarheimið seinnu árini er vorðið dagført, so at tað er hugaligari hjá starvsfólki og búfólki. Tey hava tó alt ov leingi livað og virkað á einum byggiplássi. Vit mugu komandi 4 árini seta okkum sum hægsta mál, at fáa umbyggingina av røktarheiminum lidna, so at heimið aftur verður eitt heim, sum ikki samstundis er eitt byggipláss. Búfólk hava nú í fleiri ár ikki havt tilboðumítriv í húsinum. Umstøður til hetta mugu fáast uppá pláss sum skjótast.
Um tit vilja hjálpa mær at náa hesum málum, setiðso krossin við navn míttá lista F til kommunuvalið 10. novembur.
Finnur Joen-Jacobsen, valevni til býráðið í Vága kommunu
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald