2020-10-20 22:46
Vit bjóða okkum fram at stýra okkara kommunu.
Framtíðarlistin er ein listi við fólki, ið ynskja menning, mentan og trivna. Ein listi við visjónum um eina kommunu, sum er sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg: VIt vilja tryggja, at vit, eisini um hálva øld, hava eina fjølbroytta kommunu, har øll kenna seg heima og verða hoyrd. Her skal trivnaðurin vera góður, bæði fyri ung og eldri: Góð bústaðarviðurskifti, nøktandi vinnuøki, arbeiðspláss og eitt ríkt mentanarlív er ein treyt at røkka hesum máli.Hetta gerst einans við at reka ein skynsaman fíggjar- og vakstrarpolitikk.Fyri at røkka hesum máli, mugu vit fáa fleiri búsetingar og viðka um vinnumøguleikarnar.
Atlit má takast til umhvørvið, so vit øll kunnu liva og virka her, eisini í framtíðini.
Á Framtíðarlistanum eru kend og minni kend fólk, Tó hava tey eitt til felags. Tey vilja øll virka fyri at Vága Kommuna er í fremstu og bestu deild millum kommunur.
Tey uppstillaðu eru:
Jens Gaardlykke, 49 ár
Jóhannus Hansen, 32 ár
Kristina Mouritesen, 23 ár
Jóhan á Mýrini, 43 ár
Sølvi Simonarson, 42 ár
Jónhard Selfoss, 61 ár
Ásla Leila B. Johansen, 29 ár
Lennard J. Myllhamar, 40 ár
Herborg H. Gaardlykke, 19 ár
Hans Bogi Ellefsen, 37 ár
Elisabeth Haraldsen, 31 ár
Oddmar Ravnsfjall, 64 ár
Jóan Magnus Magnusson, 39 ár
Finnur Joen-Jacobsen 40 ár
Sólfríð Fjallbak, 43 ár
Meir kann lesast um tankar og ætlanir á facebook síðuni hjá Framtíðarlistanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald