JN

Framsýning av myndum ið Jesar Hansen tók

...

2018-07-19 19:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týsdagin í komandi viku letur ein framsýning upp á Landssjúkrahúsinum, av myndum sum Jesar tók tá ið hann var innlagdur á Landssjúkrahúsinum.

Framsýningin opnar við móttøku tann 24/7 kl. 15:00 og verður tað Rigmor Damlandsstýriskvinnan í mentamálum, sum setur framsýningina.

Jesar var føddur í Sandavági 22.08.1912 d. 08.06.1977.

Altíð hevði hann myndatólið við sær. Eisini tá hann í 1957/58 var innlagdur á TB var tað við. Tað eru tær myndirnar vit nú vísa fram.

Tað finnast umleið 3.000 myndir eftir hann, líka frá 1933 og upp til 1960ini.

Sigast kann at hann hevur skarað framúr, men man hevur ikki dugað at mett um virðið av arbeiðinum hann gjørdi.

Sum ungur var hann til skips og í 1933-34-35 var hann við ???S??LARIS??? tað finnast eisini myndir frá hesi tíðini.

Undir seinna heimsbardaga var hann í Danmark, har hann búði suður móti týska markinum, og dugdi hann væl týskt, tá hann kom heim aftur. Aftur komin til Sandavágs fór hann at arbeiða sum bókhaldari hjá Hjalmari og stundum var hann eisini í handlinum.

Tá fyritøkan fór á húsagang, flutti Jesar til Noregs og búsettist í Hammerfest, har hann fekk arbeiði hjá ???FINDUS???. Hann giftist norskari konu. Tey vóru barnleys.

Vit hava ongar myndir frá honum eftir at hann flutti av landinum.

Stuðlað hava:

Mentamálaráðið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder