Politikkur

Framsókn vitjað vinnu í Vestmanna

...

2018-10-17 19:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hugurin at hugsa nýtt og kappast er stórur í Vestmanna. Í dag hevur Framsókn vitjað fyritøkurnar Vest Pack, Røkt og Vestmanna Fiskavirki, sum allar halda til í Vestmanna.

Vest Pack veitir pakkitilfar til føroyska marknaðin umframt at hava kundar uttanlands. Millum mongu maskinurnar Inni á Fjørð í Vestmanna vísti stjórin, Jákup Oluf í Skáum, og framleiðslustjórin, Thomas B. Thomsen, nógva virksemið hjá felagnum. Her arbeiða eini 25 fólk við at tryggja kundunum dygdargott pakkitilfar alt árið. Tey byrja vanliga arbeiðsdagin um 6-tíðina á morgni. Vest Pack hevur havt stóra framgongd seinastu árini, og fyritøkan í Vestmanna gjørdist eisini ársins virki í 2013.

Í Heygadali og á Mýrunum hevur stjórin í Røkt, Jóhan í Niðristovu, stórar ætlanir við varandi orku. Røkt var fyrsta felagið, sum fór at veita føroyingum orku úr vindi á privatum grundarlagi. Tað hevur felagið gjørt síðani 2003, og nú vil felagið byggja Føroya størstu orkuskipan ??? eina sokallaða grøna Pumped Storage skipan, sum kann veita 100 GWh árliga av teimum 330 GWh, sum privat húsarhald og virki nýta í Føroyum árliga. Herfyri keypti Effo seg inn í felagið í Vestmanna, og stjórin í felagnum, Janus Thomsen, greiddi eisini Framsókn frá, hvussu føroyingar í framtíðini kunnu keypa ravmagn, sum privatir framleiða.

Á Vestmanna Fiskavirki arbeiða tey svartkalva beint nú. Eyðun Olsen, stjóri, greiddi Framsókn frá um virksemið, sum eisini fatar um fiskasløgini makrel, sild og svartkjaft. Komandi árini verður serliga nógvur svartkjaftur virkaður í Vestmanna í mun til nú. Sløk 25 fólk eru í starvi, og tey hava fólk á bíðilista, sum vilja sleppa at arbeiða á virkinum.

Við á vitjanini vóru landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum,Poul Michelsen, forkvinnan í løgtingsins fíggjarnevnd,Ruth Vang, forkvinnan í mentamálanevnd løgtingsins og býráðslimur í Eysturkommunu,Hanna Jensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu,Bergun Kassumframt??ssur Christiansen,Høgni Reistrup,Súsanna Olsen,Karlot HergeirssonogBirita Arge.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder