Politikkur

Framsókn á vinnuvitjan í norður Eysturoy

...

2018-10-16 20:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Framsókn vitjaði í dag fyritøkur í Norður Eysturoy. Flokkurin hitti fyritøkur innan el-innlegging, maskintøkni og fiskaframleiðslu.

ETV í Norðragøtu framleiðir el-talvur til føroyska marknaðin. Fyritøkan fór til verka í áttatiárunum og hevur í dag knøpp 20 fólk í starvi. Stovnarin og stjórin í ETV er Eyðun Hansen, og hann vísti Framsókn virksemið á bryggjuni í Norðragøtu og greiddi eitt nú frá um nýggja havrannsóknarskipið, har fyritøkan leggur til rættis teknisku innleggingarnar og fer at gera teknisku ísetingina.


KJ í Kambsdali er ein av størri maskinteknisku fyritøkunum í Føroyum, sum eisini hevur serkunnleika í hydraulikki. Fyritøkan gjørdist ársins virki í 2016 og hevur bæði áðrenn og síðani ment seg nógv. Tað gongur væl hjá KJ, sum veitir tænastur til serliga fiskiídnaðin og alivinnuna á sjógvi og landi. ??lavur Asafsson Olsen, stjóri, og Viggo Johannesen, sølustjóri, greiddu frá um fyritøkuna og vístu eisini partar av virkseminum - millum annað høllina, har fyritøkan framleiðir tvíkiljur til føroyskar alarar umframt at útflyta. Eini 125 starvsfólk eru í fyritøkuni, sum hevur fleiri deildir.


PrimaFisk framleiðir pylsur og frikadellur úr fiskavørum. Stjórin í fyritøkuni, Jan Petersen, greiddi frá um fyritøkuna, sum eisini vil út um Føroyar at selja vørurnar. Herfyri tók PrimaFisk yvir virksemið hjá Rasmusi Hansen, sum hevur framleitt tey vælkendu leirvíksknettini í ein mansaldur. Rasmus vísti eisini Framsókn framleiðsluna í Leirvík.


Við á vitjanini vóru landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, forkvinnan í mentamálanevnd løgtingsins og býráðslimur í Eysturkommunu, Hanna Jensen, forkvinnan í løgtingsins fíggjarnevnd, Ruth Vang, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, Bergun Kass umframt Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, Høgni Reistrup, Karlot Hergeirsson og Súsanna Olsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder