
Vil tú vera við til at stýra og menna okkara framleiðslu á góðskingarvirkinum í Sørvági?
Vit leita eftir einum dugnaligum og framfísnum starvsfólki til okkara framleiðsludeild á góðskingarvirkinum. Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at arbeiða tætt saman við fleiri øðrum starvsfólkum á framleiðsludeildini. Tú kemur at vísa til Jóan Karl Joensen, virkisleiðara.
Abreiðsuppgávur
-Daglig stýring og uppfylging av framleiðsluni á virkinum
-Vøru- og framleiðslumenning
-Aðrar uppgávur
Førleikakrøv
-Tað er ein fyrimunur við viðkomandi útbúgving innan framleiðslu ella vørumenning, men ikki ein treyt
-Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiðs sjálvstøðugt og í toymi
-Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
-Hevur góðar telduførleikar
Løn og setunarviðurskiftir
Løn og setunarviðurskiftir verða sæmbært avtalu við arbeiðsgevara
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Karl Joensen, Virkisleiðara, tel +298 288260 ella teldupost til [email protected]
Umsóknarfeist er sunnudagin 12. Januar 2020
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald