Politikkur

Fráboðan um møguleikar at flyta uppboðskvotu av svartkjafti frá 2018 til 2019

...

2018-12-22 09:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at skjóta upp at broyta lógina um fyrisiting av sjófeingi, so at tey, ið hava keypt svartkjaft á uppboði í 2018, men ikki hava fiskað alla kvotuna, kunnu flyta avlopið í 2018, til at at verða fiskað í 2019.

Eftir verandi lógarásetingum kann hvør rættindahavari í mesta lagi flyta eina nøgd, ið svarar til 10 prosent av tí viðkomandi hevur av uppboðskvotu í 2018.

Treyt fyri, at rættindahavari kann flyta alla avlopskvotuna av svartkjafti í 2018, til at verða fiskað í 2019, er sostatt, at lógarbroytingin verður samtykt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder