Sjálvstýri hevur í dag havt landsfund við Gjógv. Sambært lógum felagsins varð eisini Landsnevnd Sjálvstýrisins staðfest, eftir tilmæli frá feløgunum í samskipanini.
Landsnevndin skipaði seg við Pól Jákup Poulsen sum formanni, umboð fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, Zakarias Wang sum næstformanni, umboð fyri Streymoyar Sjálvstýrisfelag og Sven Dahl sum kassameistara, umboð fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag. Hini í nevndini eru Martin Sonny Frederiksen, umboð fyri Vágar, Arnfríð V. Hentze, umboð fyri Suðuroy og Petur Sjúrður Lamhauge, umboð fyri Unga Sjálvstýri og Jógvan Skorheim, floksformaður.
Á fundinum kom annars fram, at Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevði havt tveir aðalfundir, og fundarstjórin staðfesti, aftaná at hava gjøgnumgingið tilfarið, at aðalfundurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur.
Landsnevndin samtykti eisini, at Bjørn á Heygum ikki umboðar sjónarmið Sjálvstýris í almenna rúminum, og at hann ikki kann stilla upp fyri Sjálvstýri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald