Politikkur

Fráboðan frá Miðflokkinum um fólkatingsvalið

...

2019-05-07 16:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Leiðslan í Miðflokkinum hevur í dag tikið avgerð um, at Miðflokkurin ikki fer at stilla upp til fólkatingsvalið.

Seinastu valini hevur flokkurin tikið aktivt lut í fólkatingsvalstríðum, men hóast greið ynski um at sleppa út um landoddarnar við politikki floksins má ásannast, at veljarin vil- og velur øðrvísi. Og onki bendir á, at útlitini fyri at aðrir enn teir fýra stóru flokkanir enn einaferð fara at dystast um fólkatingssessirnar, eru broytt.

Miðflokkurin byrjaði longu fyri góðum ári síðani sínar fyrireikingar til Løgtingsvalið, og vit hava gjørt av heldur at miðsavna okkum enn meira um hesa alneyðugu uppgávuna. Aðalmálið er at venda samfelagskósini inn aftur á trygga grund og byggja upp tað, ið er farið fyri skeytið seinasta valskeiðið.

Fyrsta stigið verður tí at fáa politisku skipanina, sum í løtuni er løgd í dvala, til lívs aftur sum skjótast, tí einki samfelag megnar at liggja óvirkið í mánaðir, bert tí flokkar ikki tora eitt løgtingsval.

Tí heitir flokkurin í hesari fráboðan á løgmann um beinanvegin at skriva út val til Løgtingið, eitt val sum, til fyrimun fyri øll, kundi verði sama dag sum fólkatingsvalið h. 5. Juni.


Rani Andrasson Skaalum, floksstjórnarleiðari
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder