JN

Fráboðan frá løgregluni

...

2020-03-01 11:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu borgarar

Í løtuni er nógvastaðni ein skái, og tí heita vit á fólk um, at rudda rundanum hjá sær sjálvum.
Vísi tó størsta varsemi og vita hvat tit klára at gera sjálvi.

Tað sær út til, at veðrið verður verri seinni í dag og kanska longu frá á middegi.

Sjálvt um okkara framúr góða og vælvirkandi Bruna- og Bjargingarlið kring alt Føroya land høvdu sera nógv at gera í gjár ??? og framvegis hava nógv at gera ??? so er tilbúgvingin til reiðar aftur í dag.

Vit á alarmsentralinum og vagtcentralinum hjá politinum senda allar fráboðanir beinanvegin til Bruna- og Bjargingarliðini.
Á sama hátt sum sum í gjár, kann bíðitíðin tíanverri verða long, tí teir verða ??? sum skilligt er ??? noyddir at raðfesta uppgávurnar.

Ansið væl eftir tykkum og framhaldandi góðan sunnudag.

Løgreglan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder