Kommunufelagið og nevndin í SEV hava í dag havt fund fyri øllum borgarstjórum landsins.
Til viðgerðar var ætlanin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í í umhvørvis- og vinnumálum, um at skilja interkommunala felagsskapin SEV sundur.
Á fundinum varð gjørd soljóðandi samtykt:
Kommunurnar kunnu ikki góðtaka:
· At lógarfyrireikandi arbeiðið at sundurskilja SEV verður gjørt í loyndum, uttanum ta serfrøðina sum Interkommunali Felagsskapurin SEV hevur bygt upp í nærum 75 ár.
· Í øðrum lagi, at ætlanin er at gera hesar broytingar, uttan at nakað veruligt samskifti hevur verið millum eigaran ??? tær føroysku kommunurnar ??? og Landsstýrið.
Kommunurnar krevja tí:
· At serfrøðin hjá SEV verður við í arbeiðinum at lýsa og greina tær avleiðingar, sum uppskotið hjá landsstýrimanninum fær fyri føroyska samfelagið.
· Í øðrum lagi, at hendan greining verður grundarlag undir samskifti og samráðingum millum land og kommunur, áðrenn Landsstýrið tekur støðu til at leggja nakað lógaruppskot um hetta fyri Løgtingið.
Einmælt samtykt á fundi millum kommunurnar 21. august 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald