JN

Fráboðan frá Klaksvíkar kommunu ??? Ein tilburður av covid-19 staðfestur

...

2020-03-13 10:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klaksvíkar Kommuna:

Seint hóskvøldið fekk eitt av starvsfólkum kommununnar fráboðan frá Landslæknanum um, at viðkomandi varð blivin testað positiv við Covid-19 smittuni.

Talan er um eitt starvsfólk í Mylnuhúsinum, sum er ein av dagstovnum kommununnar. Viðkomandi hevur verið uttanlands, og var heima aftur mánadagin. Viðkomandi var til arbeiðis týsdagin, men hevur í síðani verið heima.

Viðkomandi dagstovnur søkti sær beinanvegin ráð frá serkunnleika landsins um, hvussu henda støða skuldi takklast.

Eftir tilmæli frá lækna hevur kommunan kunnað øll starvsfólk og foreldur á viðkomandi stovni um støðuna og hevur heitt á tey um at halda seg heima.

Frammanundan hesum hevði borgarstjórin - í tráð við tiltøkini, sum landsmyndugleikarnir settu í verk hósdagin - givið øllum starvsfólkum kommununnar boð, frá í dag, fríggjadagin, um í mest møguligan mun at arbeiða heimanífrá.

Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda til tess at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.

- Kommunan tekur hetta í størsta álvara, og tí settu vit eisini 12 átøk í verk í gjár til tess at verja ímóti hesi smittu, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Sum lokalur myndugleiki fylgja vit neyvt teimum ásetingum, sum landsmyndugleikarnir áseta, og vit fylgja gongdini tætt.

- Mint verður á, at borgarar kunnu seta spurningar, sum viðvíkja teimum átøkum, ið Klaksvíkar kommuna hevur tikið í samband við Covid-19, í boðklivanum á facebook síðu kommunnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder