Politikkur

Forskatting av pensjónsgjøldum bjargar sitandi samgongu

...

2019-07-22 15:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað smakkar óivað fíggjarmálaráðfrúuni illa, men í fesku búskaparfrágreiðingini hjá Vinnuhúsinum verður tað staðfest svart upp á hvítt:

Uttan forskattingina av pensjónsgjøldunum hevði sitandi samgonga havt blóðreyð tøl á botnlinjuni.

Uttan framskundaðu inntøkurnar frá pensjónsinngjøldunum høvdu almennu kassarnir havt eitt samanlagt hall á 762 mió. kr. árini 2015-2019 - sí mynd niðanfyri.

Sum Vinnuhúsið so beinrakið staðfestir í frágreiðingini:

???Hetta er veruleikin í allarbestu tíðum, sum eru søguliga góðar fyri føroyska búskapin.???

Stundin er komin at fáa eitt stjórnarskifti, har ábyrgarfull fíggjarstýring aftur kemur í hásæti.

Bólgnandi almennu útreiðslurnar og vanstýring av stórum almennum byggiverkætlanum má fáa ein enda.

Christian Andreasen
Valevni hjá Fólkaflokkinum

NB. Sí myndina niðanfyri her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder