Politikkur

Føroysku myndugleikarnir skulu stýra føroysku landamørkunum

...

2021-03-02 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So sóu vit, at ferðafólk komu hendavegin at fara í býin eitt vikuskiftið í hesi koronutíð. Hetta ber ikki til. Tí mugu føroyskir myndugleikar stýra føroysku landamørkunum.


Sum oyggjaland eiga vit at hava allar møgulleikar at at forða fyri, at smitta kemur til landið. Hetta kunnu vit gera um tað eru føroyskir mynduleikar, ið gera av hvørjar avmarkingar skulu vera við føroyska markið.

Men sum nú er hava føroyskir myndugleikar ongi rættindi ??? teir mugu bara hyggja til Danmarkar.
Tí støðan er tann, at Føroyar hava somu støðu, sum einhvør annar danskur býur.

So um danskir myndugleikar halda, at Danmark skal taka ímóti ferðafólki úr onkrum landi, so er hetta eisini galdandi fyri Føroyar.

Men Føroyar eru ikki ein danskur býur ??? vit eru okkara egna land.

Tí mugu føroyskir myndugleikar fáa heimild at gera av um og nær føroysku landamørkini skulu vera opin.

Beinta Løwe
tingkvinna, Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder