Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum, vil hava at vita, hvørji øki verða raðfest hjá føroysku løgregluni, nú samráðst verður um nýggja politiavtalu. Hann hevur tí sett Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, fyrispurning um hetta.
Edmund Joensen hevur í fleiri umførum gjørt vart við vantandi raðfestingina av føroysku løgregluni, sum millum annað hevur havt við sær, at avlurtingarpakkin, sum var samtyktur í 2015, ikki er farin at virka enn. Harafturat eru KT-skipanirnar hjá føroysku løgregluni ikki dagførdar og umstøðurnar til skotvenjing í Føroyum eru ikki nøktandi.
Í november í fjør gjørdi Edmund Joensen vart við hetta á fundi við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, sum lovaði at kanna umstøðurnar nærri. Í januar í ár setti hann ráðharranum fyrispurning um viðurskiftini, men svarið var heldur ógreitt.
Í hesi vikuni hevur Edmund Joensen tí fylgt málinum upp og biðið um eina meira ítøkiliga meting av, hvussu føroyska løgreglan verður raðfest í nýggju politiavtaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald