Politikkur

Føroyskar langtíðarloysnir ella danskar millumloysnir

...

2020-05-15 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um tú ynskir at nýta netbankan eftir 29. mai, er krav um at tú skal brúka donsku NemID loysnina ??? ein loysn, ið skjótt verður avtikin í Danmark.

Og umframt, at NemID verður avtikið í Danmark, kemur føroyski Talgildi Samleikin í næstum. Talgildi Samleikin fer at kunna vera nýttur, til at sleppa inn á netbanka og aðrar skipanir.

Tí hevur Kristina Háfoss spurt bæði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, og nú Helga Abrahamsen, vinnumálaráðharra, um ætlanin er at tosa við føroysku peningastovnarnir og fáa eina semju, um at sleppa kravinum um dansk NemID.

Fíggjarmálaráðharrin svaraði m.a. at ???Tað er óheppið fyri Talgildu Føroyar, at avtøkan av Cryptomatic(gomlu innritanini) kemur næstan samstundis, sum farið verður undir at íverkseta føroysku loysnina kallað Samleikin.???
Tað merkir, at fólk tí mugu skifta skipan tvær ferð innan rímiliga stutta tíð. Fyrst frá gomlu innritanini til NemID, og so síðani frá NemID til Talgilda Samleikanum. Tað hevði sjálvandi verið lættari fyri øll, slapp mann undan at skifta tvær ferð.

Men. til spurningin um hvørt landstýrismaðurin fer at taka stil til at fáa eina semju, um at sleppa kravinum, svaraði fíggjarmálaráðharrin ikki, men vísti til Helga Abrahamsen, vinnumálaráðharra.

Tí verður nú spurt, um vinnumálaráðharrin heldur tað vera rætt, at seta krav um danskt NemID og um ætlanin er at fáa semju við peningastovnarnar um at sleppa kravinum.

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder