JN

Føroyska internetið aftur álopið

...

2014-11-20 01:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Tele: Nú hava aftur verið álop á føroyskar teldur, sum hava havt við sær, at internetið er vorðið seinri. Álopið er steðgað, og internetið eigur at koyra aftur sum vanligt. Føroya Tele mælir til, at brúkarar verja og dagføra sínar teldur

Trupulleikarnir við føroyska netinum byrjaðu í síðstu viku. Líka síðan hava fólk frá Føroya Tele arbeitt við at spora seg fram til feilin.


Í gjárkvøldið, týskvøldið, var ein kundi sperraður, sum vísti seg at vera orsøk til álopið. Kundin var ikki vitandi um, at hansara telda var smittað og orsøk til álopið. Teldan kann vera álopin, tí hon ikki er dagførd ella einki virusforrit hevur.

Talan er um eitt sokallað DDos-álop, ið hevur órógvað føroyska internetið. DDos stendur fyri Distributed Denial of Service og er eitt álop, sum við vilja ovbyrjar netið, so tað tippist. Til endamálið verður eitt óndsinnað forrit brúkt, sum leggur seg á aðrar teldur.

Ov ring verja
Í Føroyum eru hundraðtals teldur smittaðar við DDos-líknandi virus, tí tær ikki hava nóg góða verju, og hetta hevur longu ávirkað internetið í ólukkumát. Í apríl 2013 eydnaðist einum óndsinnaðum álopi at leggja stóran part av føroyska internetsambandinum út í heim lamið. Í fleiri tímar bar ikki til at sleppa á heimasíður, tí tað var eydnast einum slíkum álopi at blokera alt netið.

Við øðrum orðum vóru tað føroyskar teldur, sum blokeraðu netið, tí tað eydnaðist teldusníkum at samskipa eitt stórt álop á netið umvegis føroyskar teldur. Føroyskir brúkarar vóru sostatt óvitandi við til at breiða hetta álopið út móti sínum egna neti.

Dagfør tína teldu!
Føroya Tele hevur leingi stríðst móti hesum fyribrigdi. Hvønn dag verða 100-tals, ja heilt upp í 1000 hendingar skrásettar. Tað vil siga, at nógv sambond eru við til at leggja trýst á netið við at senda fyrispurningar til ymsar adressur, uttan brúkarin veit av tí.

Føroya Tele vil tí mæla øllum sínum brúkarum til at kanna sínar teldur og tryggja sær, at teldurnar javnan verða dagførdar og hava virusforrit at verja seg við. Serliga hevur tað týdning at dagføra við Windows-update frá Microsoft, tí nógv álop koma tann vegin.

Føroya Tele hevur áhaldandi eftirlit við álopum á internetið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder