2020-05-13 17:16

Tórshavn.fo:
Á lambafelli halda 12 føroysk ross til í haganum hjá Jákupi Bærentsen, bónda, sum er 11. ættarlið í sínari familju á garðinum á Sundi.
- Hví ikki brúka festijørðina til nakað sum er meira almannagagnligt enn bara seyðir, sum verða flettir um heystið? Við hesum í huga hevur Jákup Bærentsen tikið stig til at nýta ein part av sínum haga til føroysku rossini.

Verandi føroyski rossastovnurin stavar frá fýra ryssum og einum greðingi, sum øll eru í ætt hvørt við annað. Í sekstiárunum varð farið undir at bjarga føroyska rossinum. Í dag eru eini 60 føroysk ross, sum skulu bera arvin víðari og ala føroyska rossastovnin upp á 200 ross, sum serfrøðingar siga er minstamarkið fyri, at stovnurin er burðardyggur. Tá ber til at siga, at føroyska rossið er bjargað.
Í gjár vitjaði Annika Olsen, borgarstjóri, føroysku rossini á Lambafelli, har Jákup Bærentsen hevur rúmkað ræsurnar fyri føroyska rossinum.
- Kanningar vísa, at í høgum, har tú hevur sambit og meira enn eitt slag av kríatúrum, har fæst meira burturúr, greiddi Jákup Bærentsen millum annað frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald