Mentan

Føroysk jólaguðstænasta í London

...

2015-12-03 05:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysk jólaguðstænasta verður í Donsku kirkjuni í London sunnudagin tann 6. desember, 2. sunnudag í advent, klokkan 14. Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Vágum, prædikar.


Sum vanligt er møguleiki at hittast til millumála frá kl 12. Hetta verður goldið, av hvørjum sær, beinleiðis til Donsku Kirkjuna.

Aftaná guðstænastan verður boðið kaffi og køkur.

Føroysk guðstænasta er í London tvær ferðir um árið, ein um várið og ein í adventuni, og prestarnir í Føroyum skiftast at koma at hava guðstanustina.

Adressan hjá Donsku kirkjuni í London er: 4 St Katharine's Precinct, NW1 4HH London, United Kingdom

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder