
Portal.fo skrivar: Johnhard Poulssen datt út undir troling ??? tíbetur var manningin væl fyrireikað.
Føroyingurin Johnhard Poulsen kann takka sínum skipsfeløgum fyri, at hann kundi halda jól sum ætlað hesaferð. Tá hann lá í ísakalda Barentshavinum, hevði hann ikki nógvar vónir um, at hann fór at sleppa frá hendingini við lívinum.
Tað var sjaskveður, myrkt og ísakalt, tá óhappið hendi 2. desember í fjør, 30 fjórðingar norðan fyri Nordkapp. Johnhard Poulsen hevði deksvakt tá hann sló út av norska trolaranum Ramoen. Fleiri ferðir varð hann drigin undir kav í ísakalda Barentshavinum, men so var tað, at John Haftor Haftorsen og hinir skipsfelagarnir tóku stig til at bjarga honum og fáa hann innaftur.
Norski miðilin Frøya Nyheter hevur tosað við John Haftor Haftorsen, sum greiðir frá hendingini.
- Onkur fylgdi við okkum úr erva. Vit gjørdu alt rætt og vit vóru væl fyrireikaðir, sigur John Haftor við lokala miðlinum, sum tosaði við trolbassan meðan hann var heima í jólaferiu.
Ein vanlukka hendir altíð knappliga og óvæntað, sigur hann, og leggur afturat:
- Tá ein maður slær út í vindi, myrkri, høgari aldu og 4-5 stigum í sjónum, so siga hagtølini, at tað sjáldan endar væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald