Politikkur

Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkills Europe

...

2019-03-23 10:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum, Hanna Jensen, undirskrivaði í seinastu viku umsókn um at føroyingar gerast limir í altjóða felagsskapinum WorldSkills Europe. Limaskapur okkara verður umboðaður gjøgnum Føroya Handverksmeistarafelag, ið hevur tikið stig til at søkja um limaskap í hesum altjóða felagsskapi.

 

WorldSkills Europe er altjóða áhugafelagsskapur, sum hevur til endamáls at styrkja og vekja áhugan fyri dygdargóðum handverki og yrkisútbúgvingum á høgum førleikastigi.

 

Felagsskapurin virkar fyri at økja medvitið um týdningin av fakligum kunnleika og førleika, og fyri yrkisútbúgving á høgum dygdarstigi á evropeiskari grund.

 

Endamálið er, við faklærdum úrmælingum, at gera heimin betri, og á tann hátt vísa á virðið á teirra førleikum, og samstundis økja um og styrkja fakligu viðurkenningina.

 

WorldSkills Europe leggur dent á at framsýna og fremja evropeiskar førleikar og yrkisútbúgvingar. Í tí sambandi verður annaðhvørt ár skipað fyri EuroSkills-kapping, sum er evropeiska meistaraskapið fyri ung úrvalsfakfólk, at kappast um at gerast evropameistari á sínum fakøki.

 

Kappingin er bygd soleiðis upp, at limalond skipa fyri nationalum kappingum, har vinnarar síðani kappast víðari við onnur limalond í WorldSkills Europe. 

Meira fæst at vita á heimasíðuni http://worldskillseurope.org

 

FM fyri handverkslærlingar

Herfyri var, eins og í 2017, skipað fyri føroyameistaraskapi í handverki millum nøkur av okkara føroysku handverksfakum. Í ár varð kappast í trimum yrkisgreinum ??? elektrikarayrkinum, timburyrkinum og hárfríðkanaryrkinum. Kappingin varð hildin á torginum í SMS og vardi í tveir dagar. Í Føroyum eru vit í ferð við at byggja kappingina upp, og tá hon er komin í fasta legu, kann hugsast, at vinnararnir í FM í handverki fara víðari út í Europa at kappast, um so er, at Føroyar fáa limaskap í WroldSkills Europe. 

 

Tað eru Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommuna, sum skipa fyri FM fyri handverkslærlingar. 

 

Vinnararnir í 2019 kunnu síggjast her: https://www.industry.fo/tiðindi?Action=1&NewsId=2335&PID=11933

 

 

 

Mentamálaráðið, 22. mars 2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder